Jólaball - børn

Júúúú, vit fara at hava jólaball aftur í ár.
Nú gleða vit okkum at síggja nógv veitsluklødd børn til jólaveitslu í Húsinum týskvøldið.
Vit fara at eta okkurt lekkurt, syngja, okkurt undirhald verður og kanska eisini okkurt óvæntað:)
Tað er ókeypis at koma til veitsluna, men av tí at tað skal nógvur matur til, so taka vit fegin ímóti t.d. frikadellum, pizzasniglum, smør, grønmeti, eggum ella bara tí júst tínum barni dámar væl. Um tú kemur við onkrum mati, so ert tú vælkomin at senda eini boð á 271810 og siga frá, hvat tú kemur við
Hóast tað er ókeypis, so er neyðugt at tekna seg, so vit vita vitað, hvussu nógv børn koma. Sig frá hjá einum av starvsfólkunum í seinasta lagið mánadagin kl. 16.30
Vit byrja kl. 17.30 og fara heim kl. 20.30
Húsið er, vegna fyrireikingar, til kvøldið stongt týsdagin